Føroyingauppgerðin í Íslandi flutt til mánakvøldið

Uppgerðin millum Víking Reykjavík og Breiðablik er flutt frá sunnukvøldinum til mánakvøldið

Hetta eru spennandi dagar hjá bæði Klæminti A. Olsen og Gunnari Vatnhamar.

 

Klæmint og liðfelagarnir í Breiðablik fyrireika seg nú í Norðurmakedonia til fyrra Europa Conference League Play Off dystin móti Struga. Vinnur Breiðablik samlaðu uppgerðina verður Breiðablik fyrsta íslendska liðið nakrantíð at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.

 

Gunnar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík er langt fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, og 16. september spæla teir í Víkingi steypafinalu móti KA, ið hevur Pætur J. Petersen og Jóan Símun Edmundsson á liðnum. 

 

Eftir upprunaligu leikskránni skuldi uppgerð vera á heimavøllinum hjá Víkingi millum nummar eitt, Víking og nummar trý, Breiðablik komandi sunnukvøld.

 

Men vegna longu ferðina hjá Breiðablik í samband við Play Off dystin í Norðurmakedonia er dysturin fluttur eitt samdøgur til mánakvøldið klokkan 20.15.

 

Skal sindur av spenningi koma í nú Víkingur er 11 stig frammanfyri nummar tvey, Valur má Breiðablik vinna á Víkingi.