Tvær føroyingauppgerðir í Aarhus endaðu við javnleiki

Fimm føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag

Savnsmynd

Í dag spældu føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið. 

 

Føroyingaruppgerð var í Aarhus millum liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus og liðið hjá Paula Mittún, Team Sydhavsøerne.

 

Dysturin endaði við javnleiki 26-26. Daniel Sørensen javnaði til 26-26 fyri Team Sydhavsøerne í allarseinasta sekundi.

 

Teis skoraði fýra mál og Peter skoraði tvey mál fyri HC Aarhus. Pauli skoraði eitt mál fyri Team Sydhavsøerne.

 

Liðið hjá Róa Berg Hansen og landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen, HØJ, og liðið hjá Niklas H. Hanusarson, Skovbakken, eisini úr Aarhus leiktu eisini javnleik í dag.

 

Dysturin millum Skovbakken og HØJ endaði við javnleiki 29-29. Í steðginum var Skovbakken á odda 15-13. 

 

Rói skoraði trý mál fyri HØJ. Niklas skoraði eitt mál fyri Skovbakken. Tølini fyri Paula Jacobsen eru tíverri ikki tøk. 

 

Liðið hjá Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus, FIF tapti 25-30 fyri Grindsted á útivølli. Í steðginum var Grindsted á odda 16-15.

 

Jónas skoraði trý mál og Leivur skoraði tvey mál. 

 

Savnsmynd