Føroyingar spæla futsal í Århus

Um vikuskiftið varð skipað fyri einari vinarkapping í futsal í Århus

Føroyingar eru rættiliga virknir í felagslívi og kanska serliga í ítróttarlívinum í Danmark. Oftani verður skipað fyri ymiskum kappingum, bæði innan- og uttandura.

Hetta vikuskiftið hevur fótbóltsliðið hjá føroyingum í Århus, Klettar, skipað fyri eini innandura vinarkapping. Klettar spældu futsal ímóti liðinum hjá grønlendingum í Århus, Amarok FC.

- Kappingin varð skipað við fimm liðum frá hvørjum, og endaði kappingin við, at føroyingar vunnu, sigur tey í Århus.