Føroyingar skulu sleppa framat

Politisk semja er um, at tað skulu ikki vera útlendingar, sum fáa arbeiðini at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyarunnilin

 

- Tað skulu vera føroyingar, sum fáa arbeiðini at gera ætlaðu undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy og ímillum Streymoy og Sandoy.

 

Tað er ein partur í politisku semjuni, sum allir flokkar hava gjørt um undirsjóvartunlarnar.

 

Í gjárkvøldið varð politiska semjan løgd alment fram í Miðlahúsinum og tá staðfesti Rodmundur Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at tað er ein partur av tunlasemjuni, at tað skulu ikki vera útlendskir ráðgevarar og arbeiðstakarar, sum fara avstað við arbeiðunum.

 

Í undirsjóvartunlunum, sum eru gjørdir, hevur ráðgevingin verið útlendsk við føroyskum ískoyti.

 

Men í samband við teir báðar tunlarnar, ætlanin nú er at gera, er politiska avtalan, at tað skal kasta so nógv virksemið av sær til føroyska samfelagið, sum gjørligt.

 

Rodmundur Nielsen sigur, at sum frálíður hava føroyskir ráðgevarar fingið fitt av royndum og tað er við í avtaluni, at tað skulu vera føroyskir ráðgevarar og føroyskir arbeiðstakarar, sum skulu gerva tunlarnar.

 

Vit hava serfrøðina í landinum, men skuldi tað er, at tað mangla fólk við serligari vitan, ber til at fáa hana uttanlands, men tað skal vera undantakið, sigur hann.

Jørgen Niclasen staðfestir, at tað stendur ikki í sjálvari lógini, at føroyingar skulu gera arbeiði.

 

- Men tað er ein semja ímillum allar flokkarnar, at vit skulu stremba eftir at brúka føroyska arbeiðsmegi og føroyskar veitararar.

 

- Men talan er um stórarbeiði, so neyvan er nakar føroyskur arbeiðstakari førur fyri at átaka sær alt arbeiðið.

 

Les eisini: Undirsjóvartunlar fyri Løgtingið í næstu viku

 

- Men tað skulu undirveitarar og arbeiðsmegi til og semjan ímillum flokkarnir er, at tað skal so nógv føroysk arbeiðsmegi og so nógvir føroyskir veitarir knýtast at arbeiðnum, sum gjørligt.

 

Høgni Hoydal vildi hava  tað í sjálva lógina, at føroyingar skulu gera arbeiðini, men sjálvandi verður eisini brúk fyri fólki og veitanum við serligum førleikum og brúk verður kanska eisini fyri útlendskari arbeiðsmegi.

 

- Men tað hevur stóran týdning at vit byggja føroyskar førleikar upp og tað eigur at vera eitt aðalkrav í sambandi við hesar verkætlanirnar.

 

Kári P. Højgaard sigur, at í privatu ætlanini varð miðað eftir, at 80 prosent av arbeiðsmegini skuldi vera føroysk. Og nú, verkætlanin er almenn, er tað sjálvsagt, at sum mest av arbeiðsmegini og ráðgevingini verður føroysk.

 

Les eisini: Spara nógva tíð at sleppa til Havnar

 

- Tað arbeiði, sum kann gerast í Føroyum, skal gerast í Føroyum.

 

Tað eru bæði Alfred Olsen, Jenis av Rana og Gerhard Lognberg eisini samdir í.

 

Les eisini: Allir undirsjóvartunlarnir í eitt felag

 

- At verkætlanin er alment er ein greið ábending um, at vit vilja varðveita pengarnar í landinum. Í privatu ætlanini, sum varð kolldømd, høvdu vit sent milliardupphædd av landinum, sigur Jenis av Rana.

 

Poul Michelsen staðfestir, at eftir nógv umrødda Hoyvíkssáttmálanum, er tað ólógligt at seta slíkar treytir beinleiðis í lógina.

 

Men tað er eitt sindur tápuligt at seta slíkt í eina lóg. Tað má støðan á marknaðinum vísa.

 

Poul Michelsen sigur, at verða slík krøv sett, er vandi fyri, at arbeiðstakarar fara at smyrja upp á prísin og so verður kostnaðurin nógv hægri enn annars.

Men ráðgevingin finst í Føroyum, so tað er ongin orsøk at fara uttanlands og tað eru vit eisini samd um, at vit ikki skulu gera.

 

Annars skal ikki so øgiligt til av arbeiðsfólki til slíkar verkætlanir, at tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, sigur Poul Michelsen.

 

Sí fleiri myndir frá almenna fundinum, har tunlasemjan varð løgd fram, við at trýsta HER