Føroyingar skulu helst á val seinni í ár

Valstríðið byrjaði í gjárkvøldið, siga tríggir serfrøðingar

Tað er rættiliga sannlíkt, at føroyingar skulu á val einaferð í heyst. Tað er úrslitið av kjakinum ímillum floksformenninir á fólkatingi eftir fólkaatkvøðuna í Danmark í gjár. Tríggir serfrøðingar hjá danska TV2 meta, at í roynd og veru var kjakið byrjanin upp á valstríðið til fólkatingsval og teir siga, at nógv talar fyri, at valið verður longu í heyst.

 

Teir tríggir serfrøðingarnir, Hans Redder, politiskur redaktørur á TV2, og politisku viðmerkjararnir, Hans Engell og Bent Winther halda allir tríggir, at kjakið í gjárkvøldið var upphiting til fólkatingsval og at tað er sannlíkt at valið verður útskrivað í heyst.   

 

Stjórnarflokkarnir vunnu ein so greiðan sigur, at tað er gott grundarlag at fara til fólkatingsval upp á, siga serfrøðingarnir við TV2.  Sjálv vildi forsætisráðharrin ikki siga nakað, tí tað einasta, hon vildi siga, er, at valið verður tá ið tað verður – og at tað verður í seinasta lagi um eitt ár.     

 

Men hon hevur eina avbjóðing, og tað er nevndin, sum kannar mink-málið, tá ið allir minkar í Danmark vórðu avlívaðir í sambandi við koronu. Har er nevnd sett at kanna um tað var ólógligt at krevja, at allir minkarnir skuldu avlívast. Men spurningurin er eisini hvussu verður við príshækkingum, sum eru so stórir, sum teir ikki hava verið í áratíggjur – og um vandin fyri, at vit enda í eini fíggjarligari kreppu.

 

Tað er væntandi, at úrslitið av kanningunum hjá mink-nevndini verður greitt í juni mánað, men spurningurin er so um tað endar sum ein løgfrøðilig kastibløka, sum kann draga út. Fólkatingsval skal vera í seinasta lagi 5. juni næsta ár.