Føroyingar skulu fáa longri feriu

Seinni í ár verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at føroyingar skulu fáa longri feriu

Øll, sum hava eitt arbeiði í Føroyum, skulu hava rætt til at hava summarferiu í seks vikur, ístaðin fyri fimm vikur, sum tað er hjá nógvum nú. Tað heldur Javnaðarflokkurin og seinni í ár fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað, sigur formaður floksins, Aksel V. Johannesen.

 

Herfyri kom fram, at í seinastu samráðingum við Arbeiðsgevarafelagið, hevði S&K-felagið sett ynski fram um at fáa eina viku í summarferiu afturat, men tað varð ikki gingið á møti.  Grundgevingin hjá Arbeiðsgevarafelagnum var, at frítíð er staðfest í lóg, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hinvegin minnir hann á, at nógv tey flestu á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fyri langari tíð síðani hava vunnið sær rættin til at fáa frí í seks vikur.  

 

– Lógarverkið skal ongantíð vera ein forðing fyri, at løntakarar kunnu samráða seg til betri treytir – og so slett ikki, tá ið talan er um rættindini, sum nøkur fakfeløg langt síðani hava vunnið sær rætt til, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

Tí tekur Javnaðarflokkurin nú stig til at broyta lógina um soleiðis, at allir løntakarar hava sama rætt til at fáa frí í seks vikur. Endamálið við uppskotinum er at javnseta løntakarar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum og ætlanin er, at broytingin kemur í gildi, tá verandi sáttmálar ganga út.

 

–  Er ein lóg, sum løgtingið hevur samtykt, ein forðing, noyðist løgtingið at endurskoða lógina soleiðis, at allir partar á arbeiðsmarknaðinum fáa sama rætt til at fáa frí í seks vikur, sigur Aksel V. Johannesen.