Í februar mánað fara einir fýra til seks føroyskir rógvarar at kappast um HM meistaraheitið í inniróðri.
Kappingin verður í Boston í USA tann 16. februar og hetta er triðju ferð, føroyingar eru við.
Føroysku umboðini verða funnin í eini úttøkukapping, sum verður í næstum.
Kravtíðirnar eru, at rógvari skal í øllum førum hava klárað at verið millum teir 25 bestu á seinastu HM kapping í Boston.
Eru tað fleiri rógvarar, sum klára kravtíðirnar, verða teir bestu valdir burtur úr, sigur Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinum.
Í teimum kappingum, føroyingar hava verið í, hava vit víst, at vit kunnu standa okkum ímóti teimum bestu í heiminum, so formaðurin í Róðrarsambandinum vónar, at nógvir rógvarar halda seg framat.
Seinast, føroyingar vóru við í HM í inniróðri, vóru úrslitini hesi:
Lættvekt Junior: Hallur Nattestad fekk 10. pláss við tíðini 6.35.4.
Tungvekt Masters: Jógvan Sofus Vilhelmsen fekk 4. pláss við tíðini 6.13.8 4.
Tungvekt women: Rannvá Lava Olsen fekk 9. pláss við tíðini 7.00.2.
Og í Masters Lættvekt fekk Øssur Hansen 7. pláss við tíðini 6:44.6.
Myndin er frá kappingini seinast.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat formaðurin í Róðrarsambandinum annars hevur at siga um kappingina.