Føroyingar í stórformi í næstbestu donsku deildini

Aftur í kvøld gjørdu føroyskir landsliðsleikarar um seg í næstbestu donsku deildini

Tað gongur sum eftir ánni hjá teimum báðum feløgunum, sum hava føroyskar landsliðsleikarar á sínum liði í næstbestu donsku deildini.

 

Lið um lið á fyrsta plássi liggja tey bæði Vendsyssel og Vejle BK, sum øll hava føroyskar profilar á sínum liðið.

 

Vejle vann í gjárkvøldið týdningarmiklan sigur, tá teir á útivølli vunnu 2-0 móti Silkeborg, meðan Vendsyssel í kvøld hevur spælt á heimavølli móti Fredericia, sum undan dystinum lá á fyrsta plássinum.

 

Og føroysku leikararnir hjá Vendsyssel gjørdu av álvara um seg í kvøld. Hallur Hansson legði tíðliga í dystinum Vendsyssel á odda 1-0, meðan René Shaki Joensen tíðliga í seinna hálvleiki økti til 2-0 fyri Vendsyssel. Vendsyssel vann samanumtikið dystin 3-2 móti Fredericia.

 

Serliga hjá René Shaki Joensen hevur talan verið um frálíka viku í nýggja danska felagnum. Hann byrjaði sunnudagin fyri fyrstu ferð inni hjá Vendsyssel, og takkaði fyri áliti tá við at skjóta tvey mál, og aftur í kvøld eydnaðist tað honum at koma á máltalvuna.

 

Í komandi umfarinum møtast júst tey bæði oddaliðini, Vejle BK og Vendsyssel á Vejle Stadion.