Róland Toftum og Sára Ryggshamar Nysted, bæði úr Suðuroyar Svimjifelag, skrivaðu seg í søgubøkurnar í dag, tá tey settu føroysk met í altjóða svimjikappingini Reykjavík International Games 2016.
Róland Toftum kappaðist á teininum 50 metra bringusvimjing á langgeil. Ikki kann sigast annað enn, at tað gekk óalmindiliga væl, tí ikki bara svam hann seg víðari til finaluni við næstbestu tíðini, men setti hann eitt stórt nýtt føroyskt met, sambært heimasíðuni svimjing.com.
Róland svam teinin upp á 30.45 sekund, og tók harvið metið, ið eingin minni enn Pál Joensen setti á Bergen Swim Festival í 2015 við tíðini 30.65.
Vegna sín unga aldur setti Róland eisini føroyskt juniormet á teininum. Frammanundan átti Markus Joensen metið, við tíðini 31.81.
Tað er tó ikki bara Róland, ið setur nýggj met yvir í Íslandi. Sára Ryggshamar Nysted hevur av álvara sligið sítt navn fast sum ein tann mest spennandi svimjarin, ið føroyingar eiga, við fleiri góðum úrslitum seinastu árini.
Góða gongdin hjá henni heldur eisini fram, sambært svimjing.com. Í dag luttók hon á 400 metra blanda svimjing á langgeil, og megnaði ikki einans at vinna gull, men eisini at seta nýtt føroyskt met og juniormet við tíðini 5:00.47.
Harvið betraði hon um føroyska metið, ið hon sjálv átti. Gamla metið var 5:08.00 og varð sett á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2015.
Umframt Sáru og Róland, so megnaði Alvi Hjelm úr Ægir eisini at gera vart við seg í dag, tá hann vann silvur á teininum 400 metra blanda svimjing á langgeil við tíðini 4:41.01.

Føroyingar gera vart við seg í Reykjavík





