Føroyingar byggja alsamt færri sethús. Og í fjør var talið á nýbygdum sethúsum tað lægsta í hesi øldini.
Tað staðfesti Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundinum í felagnum.
Tað er einki fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógv sethús verða bygd í Føroyum og Arbeiðsgevarafelagið sigur, at besta ábendingin um, hvussu nógv sethús eru bygd, fæst tí við at hyggja eftir, hvussu nógv hús og bygningar binda í streymveitingina hjá SEV.
Henda skráseting er bólkað í ”sethús” og “annað”, og tað fevnir um vinnubygningar, almennar bygningar, íbúðir, neyst, úthús og annað.
Og talvan vísir, at í fjør var talið á nýbyggingum tað lægsta í hesi øldini. Og samstundis er greitt, at hetta var sætta árið á rað, at talið á nýbygdum sethúsum, lækkaði.
Talið á nýbygdum sethúsum minkaði úr 132 sethúsum í 2013, niður 71 sethús í fjør.
Og fyri fyrstu ferð er bólkurin yvir onnur hús, hægri enn talið á sethúsum. Hesin bólkurin vaks úr 64 húsum og bygningum í 2013, til 86 hús og bygningar í fjør.
Í 2000-2006 vórðu 240 - 250 sethús bygd um árið í miðal. Men í hesi øldini vórðu flest sethús bygd í 2007 og í 2008, tá ið eini 270 sethús vórðu bygd hvørt árið, men síðani er talið á nýbygdum sethúsum minkað á hvørjum árið.
Sostatt bendir á, at í 2014 vóru bygd fleiri íbúðir enn sethús, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Tilsamans bundu 157 hús og bygningar í elnetið hjá SEV í fjør, aftur ímóti 196 íbindingum í 2013. Tølini vísa eisini at tað er framvegis er Streymoyarøkinum, at flest sethús vera bygd.
- Tað er tó merkisvert, at ímeðan talið á nýbygdum sethúsum í Eysturoy næstan tvífaldaðist, so minkaði talið við tveimum triðingum í Streymoyarøkinum. Samstundis tvífaldaðist bólkurin “Annað” í Streymoyarøkinum, sigur Arbeiðsgeverafelagið.