Seinast í hesum mánaðinum verða føroyingar við á ráðstevnu á Akureyri í Íslandi um javnstøðu í Arktisk. Á Ráðstevnuni, sum føroyingar eisini hava verið við til at fyrireika, fara tveir føroyingar at geva sítt íkast.
Firouz Gaini fer at tosa um samleika hjá ungum dreingjum við støði í kanning, sum hann hevur gjørt í Grønlandi og Føroyum. Eisini fer Erika Hayfield at greiða frá um kyn og burturflyting í útjaðaranum.
Ráðstevnan er um viðurskiftini hjá kvinnum og monnum í arktiska økinum. - Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á javnstøðumál í sambandi við broytingarnar, ið fara fram í arktiska økinum, sigur løgmansskrivstovan. Evnini, ið verða umrødd, eru millum annað: Atgongd til tilfeingi, politisk luttøka og umboðan, økismenning, trygd, umframt evnislig og mentanarlig vælferð.
Tað er arbeiðsbólkurin, Sustainable Development Working Group, sum skipar fyri. Tað er ein arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum, sum virkar fyri at verja og styrkja búskaparligu støðuna, mentanina og heilsuna hjá fólkunum í Arktis.
Føroya eru við í hesum arbeiðsbólki, og hava sostatt eisini verið við til at fyriskipa ráðstevnuna, ið verður hildin í Akureyri.
- Úr einum føroyskum sjónarhorni er samstarvið um javnstøðu í norðurpólsleiðunum sera týðandi tá ið hugsað verður um fráflyting, og at tað er trot á kvinnum í Føroyum.
Á tann hátt hava Føroyar somu avbjóðingar, sum fleiri aðrir útjaðarar í arktiska økinum, sigur løgmansskrivstovan.
- Nú útlit eru fyri fíggjarligari og sosiala menning í norðurpólsleiðunum, er viðkomandi at varpa ljós á, hvussu vit tryggja, at menningin gagnar báðum kynum. Ráðstevnan vendir sær til fólk við áhuga fyri javnstøðu og økismenning, eitt nú lands- og kommunalpolitikarar, umboð fyri vinnuna, áhugafelagsskapir og granskarar, sigur løgmansskrivstovan.
|