Føroyingaliðini liggja á teimum aftastu plássunum

Liðini hjá Meinhardi E. Olsen og Gullbrandi Øregaard eru í tungum sjógvi

Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini spældu dyst i kvøld, og staðfestast má, at gongdin er tung.

 

U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF taptu heili 1-6 fyri Moss á útivølli.

 

Sandnes fekk annars eina dreymabyrjan longu í fyrsta minutti, tá Daniel Braut legði Sandnes á odda 1-0. 

 

Longu fimm minuttir seinni javnaði Moss, og átta minuttir undan steðginum legði Moss seg á odda 2-1.

 

Sandnes er aftast í deildini við 16 stigum. Sandnes hevur níggju stig upp til Aalesund á triðaftasta plássinum, og tað eru bert seks dystir eftir at spæla í kappingini.

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu á heimavølli 1-2 fyri Kongsvinger. 

 

Kongsvinger legði seg á odda í 47 minutti, men bert seks minuttir seinni javnaði Mathias Bringaker fyri Mjøndalen. 10 minuttir seinni skoraði Moss sigursmálið.

 

Mjøndalen er næstaftast í deildini við 22 stigum, og teir hava sostatt trý upp til Aalesund á triðaftasta plássinum. Liðið sum endar triðaftast spælir aftaná lokna kapping upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 spælir Mjøndalen ein lykladyst móti júst Aalesund á útivølli. Somu klokkutíð tekur Sandnes móti Start Kristiansand á heimavølli.