Føroyingaliðið í Stavanger snávaði á heimavølli

Ein vánaligur fyrri hálvleikur gjørdist dýrur hjá liðnum hjá Tróndi Mikkelsen og Juliani J. Kragesteen, Ryger Stavanger

Tróndur Mikkelsen, Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Ryger Stavanger snávaðu í heimadysti í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í kvøld, tá eitt av lægri liðunum, Oslo-studentarnir var á vitjan.

 

Ryger tapti dystin 33-36. Eitt vánaligt avrik í fyrra hálvleiki kostaði Ryger dýrt. Í steðginum var liðið úr Oslo á odda 21-13.

 

Tróndur skoraði fýra mál og legði upp til trý mál. Julian skoraði eitt mál.

 

Ryger Stavanger er nummar fimm í deildini við 28 stigum, og teir kunnu ikki røkka triðja plássinum sum gevur rætt til at spæla uppflytingardystir til bestu deildina. Bergen hevur 35 stig á triðja plássinum, og Ryger kann í mesta lagi røkka 34 stigum.

 

Ryger spælir móti júst Bergen á útivølli, leygardagin 22. apríl. 

 

Kappingin hjá Ryger endar 10. mai.