Føroyingaliðið í Jönköping, Hallby sum hevur Róa Ellefsen á Skipagøtu og Pætur Mikkjalsson í hópinum tók í dag móti Malmö á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Undan dystinum hevði Hallby tapt tríggjar dystir á rað. Tí kom tað á eitt turt stað hjá Hallby at vinna ein tepran 30-29 sigur á Malmö í dag. Í steðginum var Hallby á odda 14-13.
Hallby er nummar átta í deildini við seks stigum fyri seks dystir. Átta tey fremstu liðini í grundspælinum vinna seg víðari til endaspælið.
Rói skoraði trý mál og legði upp til tvey mál.
20. oktober spælir Hallby móti Önnered í Göteborg.