Føroyingaliðið Fredrikstad er nú fimm stig fremst

Samstundis sum Fredrikstad vann á heimavølli settu nummar tvey og trý í næstbestu norsku fótbóltsdeildini stig til í dag

Tað byrjar at síggja rættiliga gott út hjá liðnum, ið hevur Mikkjal Thomassen sum venjara, Fredrikstad at vinna sær uppflyting úr næstbestu norsku fótbóltsdeildini

 

Fredrikstad vann í dag týdningarmiklan 1-0 sigur á Hødd við sigursmálið, Oscar Aga skoraði fimm minuttir undan steðginum. 

 

Jóannes Bjartalíð leikti allan dystin, meðan Brandur H. Olsen var skiftur út tá 76 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Samstundis leiktu nummar tvey og trý í deildini, Kongsvinger og KFUM Oslo javnleik 1-1 í Kongsvinger.

 

Hetta merkir, at Fredrikstad er nú fremst í næstbestu deildini við 44 stigum. Kristiansund er nummar tvey við 39 stigum og KFUM Oslo er nummar trý við 35 stigum. Nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp, meðan nummar trý til seks spæla Play Off dystir um uppflyting. Níggju umfør eru eftir og tí skuldu møguleikarnir verið til staðar hjá Fredrikstad at enda millum tvey tey ovastu liðini.

 

Komandi sunnudag leikar Fredrikstad á útivølli móti Start Kristiansand.