Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum fyrsta tíman, og Pætur J. Petersen var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá teir og liðfelagarnir vóru fyri 2-4 tapi móti Vali í útidysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Fyrri hálvleikur gjørdist KA dýrur. Tá 39 minuttir vóru leiktir var Valur á odda 3-0.
Tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki minkaði Sveinn Margeir Hauksson um munin til 1-3, men bert fýra minuttir seinni økti Valur til 4-1. Ásgeir Sigurgeirsson fekk pyntað um úrslitið fyri KA tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.
KA er nummar sjey í deildini við 21 stigum.
Hóskvøldið klokkan 19 spælir KA móti belgiska stórliðnum, Club Brügge í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Europa Conference League.











