Fyrsti dysturin í EM-undankappingin hjá føroyska U17-kvinnulandsliðnum endaði 25-24, ið einum dysti, har málmunurin ímillum liðini ongantíð bleiv størri enn 3 mál.
Í byrjanini av dystinum vóru liðini sera jøvn, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki byrjaðu føroysku genturnar at fáa eina leiðslu, ið tær megnaðu at varðveita næstan allan dystin. Í seinastu 10 minuttunum var tó um at enda galið, tá ið íslendsku genturnar løgdu seg á odda. Men hetta fekk ikki føroysku genturnar at fella í fátt. Til endans drógu tær longra stráðið og vunnu við einum máli, 25-24. Høllin var av sonnum á gosi síðstu minuttirnar.
Serliga vóru tað Marianna Eystberg, Ida Norðfoss og Annika Fríheim Petersen, ið skaraðu framúr. Marianna skoraði seks mál, Ida skoraði fimm og Annika var vælleikandi í málinum allan dystin á tamb. Tó skal onki takast frá restini av liðnum, tí sum heild var liðavrikið sera gott.
Karmarnir til dystin vóru sera góðir. Gula gólvið, ið vit kenna frá steypafinalunum, var lagt á gólvið, og eisini vóru nógvir áskoðarar møttir. Fleiri íslendsk viðhaldsfólk vóru eisini møtt, og larmurin var nógvur. Samanumtikið var dysturin ein sera góð hondbóltsuppliving.
Næsti dysturin hjá U17-landsliðnum hjá kvinnum er í morgin, tá ið tær skulu spæla ímóti Kekkia. Dysturin byrjar klokkan 19.
Niðanfyri sæst beinleiðis frásøgnin frá dystinum.
Síðsti minuttur: Høllin er á gosi! Magna Tórðardóttir hevur lagt Føroyar á odda 25-24, og Annika Fríheim Petersen bjargar síðsta møguleikan hjá íslendingum. Føroyar vinna 25-24!
58 minuttir farnir: Bert tveir minuttir eftir, og Ísland hevur lagt seg á odda 24-23! Ísland hava júst fingið tveir minuttir útvísing, og Føroyar fingu brotskast. Marianna Eystberg javnar til 24-24! Nú er time-out, og bert ein minuttur er eftir av dystinum. Føroyar spæla restina av dystinum sjey ímóti seks.
57 minuttir farnir: Ida Norðfoss hevur skorað tvey sera týdningarmikil mál fyri Føroyar. Støðan er nú 23-23!
56 minuttir farnir: Nú er tað Ísland, ið er á odda 21-22. Oliver Jensen hevur tikið time-out.
54 minuttir farnir: Ísland hava javnað! Støðan er nú 21-21. Í eini roynd at vikna føroyska álopsspælið hava íslendingar sett mansverju á Marionnu Eystberg hjá Føroyum.
49 minuttir farnir: Bert eitt mál er á muni nú, men Føroyar eru framvegis á odda 19-18. Gunnfríð Nólsoy skoraði 19 málið hjá føroyingum, meðan Sandra Erlingsdóttir hevur verið vælleikandi hjá íslendingum. Hon skoraði 18. málið hjá teimum, og hevur hon skorað 5 mál í dystinu,.
46 minuttir farnir: Bæði føroyski og íslendski málmaðurin standa væl. Støðan er 18-16 til Føroyar. Tóra Eliasen skoraði 18. málið hjá Føroyum.
40 minuttir farnir: 14-17 til Føroyar. Leikgongdin er nakað tann sama, og íslendsku genturnar megna ikki í løtuni at tódna um málmunin.
35 minuttir farnir: Støðan er nú 15-12 til Føroyar. Ida Norðfoss og Tóra Eliasen hava skorað føroysku málini. Bæði liðini eru eitt sindur trilvandi í álopspartinum í løtuni
So byrjar seinni hálvleikur. Støðan er 13-11 til Føroyar.
Hálvleikur: Føroysku genturnar eru byrjaðar at renna undan íslendingunum og støðan er 13-11 til Føroyar. Ida Norðfoss kom inn fyri Marionnu Eystberg á vinstra bakki og skoraði eisini málið til 13-10.
Høllin er so at siga full, og stuðulin til bæði liðini er framúr. Áskoðarafjøldin hoyrist sera væl.
Bestu leikararnir hjá Føroyum hava verið Marianna Eystberg, ið hevur skorað 5 mál, og Annika Fríheim Petersen, sum hevur verið sera væl leikandi í føroyska málinum.
25 minuttir farnir: Liðini fylgjast at, og alt er púra á jøvnum. Støðan er 10-10. Marianna Eystberg er veruliga traðkað í karakter og hevur skorað 5 mál. Annika Fríheim Petersen hevur eisini staðið sera væl í fyrra hálvleiki.
21 minuttir farnir: Nú er tað Ísland, ið er á odda. Støðan er 9-8 til íslendingar. Føroyar fáa ikki nóg nógv burturúr álopunum í løtuni, og harafturat hevur Ísland fingið nøkur heldur bílig mál. Føroyski venjarin, Oliver Jensen, hevur tikið time-out.
14 minuttir farnir: Tað leikar framvegis javnt á, men føroysku genturnar eru á odda 5-4. Gunnfríð P. Nólsoy hevur skorað 2 mál. Íslendska liðið hevur skorað fleiri mál upp á brotskøst.
5 minuttir farnir: Tað leikar javnt á. Støðan aftaná 5 minuttir er 1-1. Føroyski málverjin, Annika F. Petersen hevur longu havt fleiri góðar bjargingar. Stemningurin er góður. Bæði føroysku og íslendsku áskoðararnir eru sera mælskir.
Nógv fólk er komið í høllina at hyggja. Liðini eru júst komin á vøllin. Føroyar spæla í hvítum blusum, meðan tær íslendsku eru í bláum. Tjóðsangirnir skulu syngjast undan dystarbyrjan.
Tær, ið byrja á føroyska liðnum, eru hesar: Annika Fríheim Petersen, Maria Halsdóttir Weyhe, Jancy Jacobsen, Tóra Eliasen, Marianna Eystberg, Gunnfríð P. Nólsoy og Beinta Bárðardóttir










