Føroyar hava í dag spælt fyrra av tveimum landsliðsvenjingardystum móti Stórabretlandi í kvinnuhondbólti. Føroyar vunnu dystin í dag 31-16, eftir at føroyska liðið var á odda 16-7 í hálvleikinum.
Eitt sindur sermerkt fyri málskjúttarnar er, at ongin av føroysku spælarunum skoraði meiri enn fýra mál. Anna Brimnes úr Kyndli og Marianna H. Jacobsen úr VÍF vóru toppskjúttar við fýra málum í part.
Seinni venjingardysturin verður í morgin klokkan 16. Eins og dysturin í dag, so verður hann spældur í Klaksvík.
Føroyar – Stórabretland 31-16 (16-7)
Málskjúttar fyri Føroyar: Anna Brimnes 4, Marianna H. Jacobsen 4, Helga Ey. Kjærbo 3, Rebekka Justinussen 3, Fríðrún Danielsen 3, Eir Berg 3, Bjarta Johansen 2, Turið Arge 2, Agnas Olsen 2, Birita Jacobsen 2, Ása Dam á Neystabø 2, Brynja Høj 1