Kanningarøkið er einar 2,5 milliónir ferkilometrar í norskum, føroyskum og íslendskum sjógvi. Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við einum íslendskum og tveimum norskum rannsóknarskipum, har høvuðsendamálið er at kanna nøgdirnar av makreli og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum fyri at finna sær føði. Tað skrivar reiðaríið hjá Finni Fríða á heimasíðu sini.
Umframt vanligu manningina eru fimm fólk frá Havstovuni við Finni Fríða, har tey umframt at kanna nøgd og útbreiðslu av makreli í føroyskum sjóøki kanna, hvat makrelurin etur og aggrigering av makrelinum. Makrelurin gongur vanliga uppi í sjónum hesa tíðina á árinum, so trolað verður niður á 30-35 metra dýpi á føstum støðum fyri umleið hvørjar 60 fjórðingar.
Kanningarnar hava nú verið gjørdar í nøkur fylgjandi ár, og roynt hevur verið at gera kanningar so líkar um møguligt í Noregi, Føroyum og í Íslandi. Til dömis at brúka sama trol (Multpelt 832) og somu tovferð, standard wirar, lemmar og somu hædd og vídd o.s.fr.
Skipini, sum verða við í kanningunum eru norsku Brennholm og Vendla, Finnur Fríði og íslendska rannsóknarskipið Árni Fríðriksson.
Varðin skrivar á heimasíðuni, at tað verður spenandi at frætta nærri um úrslitini, tá kanningarnar verða lidnar seinni í juli. Úrslitini frá felagskanningunum verða brúkt á stovnsmetingarfundi av makreli, samskipað av ICES, seinni í summar.










