Tað skrivar danska uttanríkisráðið í tíðndaskrivi í dag, har Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, sigur soleðis:
»Avtalurnar eru eitt skúladømi upp á altjóða samstarv. Saman við føroyskum, norskum og íslendksum starvsfeløgum hava vit á friðarligan hátt samráðst fram til maritima sjómarkið millum tey trý ríkini. Ein avtala, sum víðkar markið fyri landgrundsstøðið norðran fyri Føroyar við einum øki, sum er á stødd við Jylland.«
Avtalaurnar við ávikavist Ísland og Noreg víðka markið hjá Kongaríkinum Danmark á landgrtundsstøðið norðan fyri Føroyar við umleið 27.000 ferkilometrum – svarandi til helmingin av Danmark.
»Í eini tíð við økjandi áhuga frá stórveldum, kunnu vit vera errin av, at norðurlond og Ríkisfelagsskapurin ganga framst og vísa, at diplomati er vegurin, eisini tá tað snýr seg um at seta landamørk«, sigur Jeppe Kofod.
Sjóøkið kring Føroyar er býtt í ymsar maritim øki. Til at rokna út hesi øki verða sonevnd basispunkt nýtt sum vanliga er tað ytsta punkti á eini oyggj ella einum skeri.
Onnaraterritoriala sjóøki er ásett við at nýta vanliga og rættar grundlinjur í samsvari við Genevekonventiónina frá 1958 og Havrættarkonventiónina hjá ST frá 1982.
Ytra økið verður ásett til 12 sjómil frá strondini.
Eftir Havrættarkonventiónini hjá ST fær strandalandi serrættini til náttúrliga tilfeingið í havbotninum, herundir olju, gas og onnu ráevni og livandi tilfeingi, so sum krabbar og skeljadjór. Føroyar hava yvirtikið hesi málsøki.