Føroyar taptu í Kosovo

EM kvinnuhondbóltur: Undan seinna dystinum, sum verður leygardagin, eru Føroyar trý mál aftanfyri Kosovo

Føroyar vórðu roknaðar at vera lítil favorittur í EM undankappingardystinum í hondbólti fyri kvinnur í Kosovo í kvøld. Men tað eydnaðist ikki Føroyum at vinna. Báðir dystirnir ímóti Kosovo eru settir at vera í Kosovo. Tann fyrri var í kvøld, og tann seinni verður leygardagin.

 

Í kvøld taptu Føroyar 27 – 24, eftir at Kosovo, tá ið tað var hálvleikt, var frammanfyri 14 – 13.

 

Í fyrra hálvleiki legði Kosovo seg dygst undan steðginum á odda 14 – 13, og fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin økti heimaliðið um leiðsluna til fýra mál. Hetta vísti seg at vera avgerandi. Føroyar minkaðu um munin til 24 – 22, tá ið tað restaðu smáir tíggju minuttir, men so svaraði Kosovo aftur og økti um munin til fýra mál, og síðani hildu tær á heimaliðnum tørn um leiðsluna, sum var trý og fýra mál.

 

Verjuspælið hjá føroyska liðnum var ikki so sannførandi í kvøld, sum tað aðrar ferðir hevur verið. Heimaliðið breyt ferð eftir ferð ígjøgnum í ein ímóti einum tvídystum, og í sovornum støðum vóru føroysku genturnar sjey ferðir vístar av vøllinum í tveir minuttir, meðan tær í Kosovo vóru fýra ferðir undirmannaðar.

 

Toppskjútti á føroyska liðnum var Marianna Geirsdóttir Eystberg, sum skoraði 10 mál, Súna Krossteig Hansen skoraði 7 mál, Jana Mittún skoraði fimm mál, og Nina Katrina Johansen og Ingibjørg Olsen skoraðu eitt mál í part.

 

Rakul S. Wardum í føroyska málinum bjargaði átta av 26 royndum.

 

Seinni dysturin verður leygarkvøldið klokkan 18.30, og samantaldi vinnarin heldur fram í kappingini.

 

 

 

Føroyar - Kosovo 24 – 27 (13 – 14)

 

Føroyar: Rakul S. Wardum 8/26, Annika Fríðheim Petersen 0/9 – Marianna G. Eystberg 10, Súna Krossteig Hansen 7, Jana Mittún 5, Nina Katrina Johansen 1, Ingibjørg Olsen 1, Elsa Egholm, Marita Mortensen, Rannvá Olsen, Maria Halsdóttir Weyhe, Pernille Brandenborg, Vár Bentsdóttir, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Lív Bentsdóttir

 

Á beinkinum: Sonni Larsen, Finnur Hansson, Inga Dahl, Beinta Laursen