Føroyar taptu 2-0

U17-landsliðið í fótbólti luttekur í løtuni í NM-kapping í Svøríki

Í hesum døgum verður árliga NM-kappingin, ið á hvørjum ári verður hildin fyri U17-landslið í mansfótbólti, spæld í Svøríki. 

 

NM stendur fyri norðurlandsmeistaraskap, og sum vanligt  er, so er eisini eitt gestaland, sum luttekur í kappingini. Gestaluttakarin hesaferð er USA, og í gjár spældu Føroyar ímóti amerikansku dreingjunum.

 

Føroyar taptu 2-0. Hálvleiksstøðan var annars 0-0, men í seinna hálvleiki var amerikanska liðið neyvari og skoraði tvey mál, skrivar heimasíðan hjá fsf.

 

Hesin dysturin varð spældur í gjár, og longu í dag spælir U17-landsliðið aftur, tá ið vertstjóðin, Svøríki, er mótstøðuliðið.