Føroyar skulu gjalda og valda í loftrúminum

– Vit hava tosað um ein heilt nýggjan máta at fara til verju- og trygarpolitikk uppá

Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, á tíðindafundi í Tinganesi fyri løtu síðani, eftir at hann hevði verið á fundi við danska virkandi verjumálaráðharran, Troels Lund Poulsen.

– Tað stutta av tí langa er, at vit leggja upp til ein heilt nýggjan máta at fara til verju- og trygdarpolitikk uppá, har vit siga »einki um okkum uttan um okkum«, segði Høgni Hoydal á tíðindafundinum, sum hann helt saman við danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen í Tinganesi beint eftir fundin teirra millum.

Hann segði, at tað eru landsstýrið og Løgtingið, sum taka avgerðirnar um tað, sum hendir.

– So er spurningurin, hvussu vit fáa tað at sampakka við tað, at danir enn siga, at teir hava ræðið á trygdar- og verjumálum. Og tað, sum vit hava avrátt er, at allar avgerðir, sum verða tiknar, verða samskiftar millum donsku stjórnina og landsstýrið, og vit fara so í Løgtingsins uttanlandsnevnd, hvørjaferð eitt mál er, sum hevur týdning. 

– Og so hava vit lagt upp til, at vit vita, at tað er ein størri aktivitetur um okkara leiðir, bæði frá USA, Nato og øðrum, segði Høgni Hoydal. 

– Og vit hava sagt, at vit vilja sjálvi taka ábyrgd av hesum. Og vit vilja eisini sjálvi yvirtaka loftrúmið og loftferðslumyndugleikan og sjálv standa fyri radaranum, segði Høgni Hoydal.

– Og vit vilja vera við til at lata hetta holið aftur, sum er her um okkara leiðir.

Hann vísti á, at tað krevur so nakað av samraðingum millum danir og føroyingar. og har eru vit vorðnir samdir um at seta saman okkara embætisfólk at finna út av, hvussu tað kann sampakka, at vit sjálvi ynskja at gera okkara egnu íløgur í hetta, sjálvi at byggja upp okkara egna loftferðslumyndugleika og so tað, sum ætlanirar eru við tí trygdar- og hernaðarliga, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum á fundinum.