Semjan er galdandi fyri 2014 og hevur við sær, at Føroyar fáa atgongd at fiska 46.000 tons av føroysku makrelkvotuni í ES-sjógvi. Tað svarar til 30% av føroysku makrelkvotuni. Eisini fáa Føroyar atgongd at fiska 25.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni í ES-sjógvi.
Somuleiðis fær ES atgongd at fiska 46.000 tons av sínari makrelkvotu og 25.000 tons av sínari svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi.
Harumframt er semja eisini gjørd um býtið av ymiskum fiskasløgum við ávísum broytingum í mun til fiskivinnuavtaluna frá 2010, sigur Fiskimálaráðið.