Føroyar komu í bólk við fýra eystureuropeiskum londum umframt Skotlandi.
Føroyaki bólkurin, eftir lutakastið sunnudagin, sær soleiðis út:
Skotland
Kekkia
Latvia
Bosnia-Herzegovina
Føroyar
Estonia
Thorleif Sigurdson, formaður í Fótbóltssambandi Føroya, sigur í stuttari viðmerking, at tað kundi bæði verið betri og verri.
Ítróttarliga er ikki so nógv at siga um bólkin, men øll hasi eystureuropeisku londini eru slík, sum ikki geva kassa. So komandi tvey árini verða tung hjá Fótbóltssambandinum.
Eingin av hasum dystunum er slíkur, sum gevur nakað í sjónvarpsinntøku, sigur Thorleif Sigurdsson. Einasti uggin er, at Skotland hóast alt er betri eittari at fáa, enn til dømis Rusland ella Rumenia høvdu verið.
Thorleif Sigurdsson gleðist kortini um, at vit sleppa frá at ferðast niður til Kaukasus og slík alt ov fjart liggjandi støð. Tað hevði snøgt sagt verið ov dýrt.










