Føroyar hava vunnið fyrsta gullheiðursmerkið

OYL 15: Torkil Veyhe hevur fyri løtu síðani vunnið okkum gull í einkultstarti

 

Fyrsta gullheiðursmerkið til Føroyar á oyggjaleikunum á Jersey, er komið fyri løtu síðani. Í súkklukappingini var Torkil Veyhe nevniliga skjótastur á teininum í einkultstarti.

 

Hetta skrivar facebook síðan hjá 3-2 júst nú. Afturat gull heiðursmerkinum í einkultstarti, hava føroysku súkklararnir eisini vunnið bronsu í liðkappingini.