Føroyar eru ikki langt frá Rumenia

Hondbóltur kvinnur: Eftir 15-14 í fyrra hálvleiki endaði tað við 26-19 tapi í Rumenia

mynd: eurohandball.com

Setningurin var, at einki skuldi verða at finnast at avrikinum, tá ið føroysku kvinnurnar í kvøld skuldu spæla á útivølli ímóti Rumenia.

 

Eftir fyrra hálvleik sá tað heilt gott út. Tá var Rumenia frammanfyri við bara einum máli.

 

Tá ið tær fóru undir seinna hálvleik var støðan 15-14. Føroyska avrikið í fyrra hálvleiki var fínt, hóast tað fyrstu løtuna ikki var sannførandi, og heimaliðið legði seg á odda við seks málum. Føroyska liðið vann seg smátt um smátt. Verjan var góð, málverjarnir greiddu væl og virðiliga sín setning, og serliga eyðsýnd var bara 17 ára gamla Jana Mittún, tá ið hon kom á vøllin og stýrdi spælinum.

 

Súna Krossteig Hansen var eisini eyðsýnd, og Turid Arge Samuelsen var sera bragdlig og kempaði seg til fleiri góðar støður og mál.

 

Eftir steðgin gekk tað ikki so væl. Tá riggaði álopsspælið ikki so væl, og tá eydnaðist tað føroyska liðnum bara at skora fimm mál.

 

-Hetta var stór uppliving at spæla á útivølli ímóti Rumenia, sum er ein av stóru tjóðunum í kvinnuhondbólti. Vit taptu, men vit mistu ikki æruna, sigur Turid Arge Samuelsen.

 

-At vit í seinna hálvleiki vórðu pressaðar í álopsstøðum vísti seg at kosta, tí tær gjørdu skjótt av í álopunum. Eg haldi, at tað hevði verið meiri í tráð við leikgongdina, um tapið hevði verið trý ella fýra mál, sigur annar av føroysku venjarunum Finnur Hansson.

 

Hjá Føroyum vóru Turid Arge Samuelsen, Maria Halsdóttir Weyhe og Jana Mittún toppskjúttar við fýra málum hvør.

 

Hjá Rumenia var royndi strikuspælarin Crina Pintea toppskjútti við níggju málum.

 

Sunnudagin eiga Føroyar heimavøll ímóti Danmark, sum man vera besta landslið, ið nakrantíð hevur vitjað í Føroyum.

 

 

 

Rumenia - Føroyar 26 - 19 (15-14)

 

Føroyar: Annika Fríðheim Petersen, Rakul S. Wardum, Marianna Geirsdóttir Eystberg (1), Súna Krossteig Hansen (1), Marita Mortensen, Bjarta Osberg Johansen, Kristianna Henneberg Joensen, Durita Christophersen Jojic, Turid Arge Samuelsen (4), Maria Halsdóttir Weyhe (4), Pernille Brandenborg (3), Nina Katrina Johansen (2), Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Guðrið Ellingsgaard, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Jana Mittún (4)

 

Venjarar: Dragan Brljevic og Finnur Hansson

 

mynd: eurohandball.com