Føroyska verjuspælið hevur ikki verið sannførandi. Tað er sjálvsagda staðfestingin, nú tað er hálvleikur á Tórsvølli, har Føroyar í kvøld í EM undankappingardysti hava vitjan av Póllandi.
Pólland hevur vunnið seg í fleiri heilt góðar støður, og fleiri ferðir hevur tað verið eftir persónlig mistøk í føroyska verjuspælinum.
Pólland er frammanfyri 1-0. Málið varð skorað longu eftir tríggjar minuttir, og tað var eftir persónligt mistak, tá ið føroyska verjan royndi at beina bóltin burtur.
Føroyingarnir hava havt bóltin meiri í kvøld, enn teir hava havt nógvu tær undanfarnu ferðirnar.
Men tað hevur haltað í samanspælinum og uppspæliunum, og eitt nú Jóannes Bjartalíð hevur ikki verið so nógv við í spælinum, sum avrikini hjá honum í norsku kappingini eiga at leggja upp til. Jóannes hevur verið ov nógv einsamallur í høgru, har tað eisini hevur haltað í verjupartinum soleiðis, at René Shaki Joensen ikki hevur havt møguleika at stuðla Jóannesi.
Føroyar hava havt bæði hornaspørk og fríspørk frammarlaga á vøllinum, men tað hevur gingist illa at fáa nyttu úr støðunum. Besta føroyska støðan higartil var, tá ið Jóannes Bjartalíð úr høgru legði innfyri við hornasparki, men mótstøðumenninir sparkaðu burtur á málstrikuni, eftir at Jóan Símun Edmundsson frammanfyri fremra stólpa og við høvdinum snittaði bóltin inn undir málið, og nøkur sekund seinni var um reppið, at bólturin fór í málið, tá ið Brandur H. Olsen legði innfyri við horna úr vinstru.











