Føroyar eru farnar aftur

Nýggjur FIFA-styrkislisti er komin út

Fyri einum mánaði síðani gjørdist tað okkum greitt, at Føroyar høvdu rokkið sínum hægsta plássi nakrantíð á FIFA-styrkislistanum. Táverandi styrkislitin kunngjørdi, at Føroyar vóru nummar 74 á listanum yvir heimsins bestu lond í fótbóltshøpi.

 

Styrkislistin verður dagførdur hvønn mánað. Á nýggja styrkislistanum eru Føroyar farnar aftur. Tó skal ikki nógv leggjast í hetta, tí at vit eru hóast alt bara farin eitt pláss aftur og eru sostatt nummar 75 á nýggja listanum.

 

Einasta landið, ið er farið framvið okkum, er Jamaica, sum er flogið heili 21 pláss upp á styrkislistanum seinasta mánaðin. Í juli var Jamaica nummar 76 á styrkislistanum, men í hesum mánaði hevur karibiska oyggin lyft seg upp á pláss nummar 55.