Føroyar dumpa á fleiri økjum

Barnarættindini í Føroyum verða ikki hildin á fleiri økjum. ST hevur funnist at okkum, men vit hava ikki gjørt so nógv fyri at bøta um støðuna

Í Føroyum verða barnarættindini hjá ST ikki hildin á fleiri økjum.

 

Tað staðfestir Amnesty í Føroyum, nú altjóða barnarættindadagur er í dag, 20. november.

 

Í 2011 fingu føroyingar fleiri áheitanir frá ST um at bøta um barnarættindini.

 

- Amnesty fegnast um, at føroysku myndugleikarnir hava tikið stig til at fylgja pørtum av tilmælunum frá ST.

 

Í hesum sambandi er umrøtt at seta barnaumboð á stovn og fráboðanarskyldan er herd.

 

- Men higartil hava vit ikki sæð nakra ítøkiliga ábending um, at politiski myndugleikin fer at útvega okkum hagtøl um kynsligan ágang og onnur viðurskifti.

 

ST hevur eisini heitt á okkum um at bera so í bandi, at øll børn í Føroyum skulu kenna síni rættindi eftir Barnarættindasáttmálanum.

 

Men stig eru heldur ikki tikin í so máta.

 

Les eisihi: Fólkaskúlin skal undirvísa í barnarættindum

 

- Amnesty saknar eina yvirskipaða politiska viðger av tilmælunum frá ST. Tað er týdningarmikið, at politisk støða verður tikin til tilmælini, og at ein ætlan verður gjørd fyri, hvør hevur ábyrgd av ymisku tilmælunum, og nær ætlanin er at seta tey í verk.

 

Í viðmerkingunum frá ST í 2011 verður eisini staðiliga heitt á Føroysku myndugleikarnar um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

 

Amnesty í Føroyum sigur, at ST hevur víst á, at hvat barnarættindum viðvíkur, eru Føroyar dumpaðar á hesum økjum:

- Yvirlit yvir hvørjar lógir mangla

- Fráboðanarskylda í verki

- Serlig tiltøk í sambandi við harðskap

- Barnaumboð

- Fylgisáttmála um sølu av børnum, barnaprostitión og barnaporno

- Hagtøl

- Hagtøl um barnafátækradømi og um kynsliga misnýtslu av børnum

- Frálæru í Barnarættindasáttmálanum

- Fígging til útbúgving og góða sálarliga heilsu.

 

 Amnesty ásannar, at nøkur stig eru tikin fyri at bøta um viðurskiftini, eitt nú er fráboðanarskyldan herd

 

Ein atfinngin frá ST er at okkum vit mangla serlig tiltøk í sambandi við harðskap,

Tað er væl hugsandi  at nøkur tiltøkum í heildarætlanini ímóti harðskapi í  parløgum og nærsambondum eru viðkomandi í sambandi við júst hasa atfinningina, sigur Amnesty.

 

- Vit hava biðið, um kunning frá Almannaráðnum hesum viðvíkjandi, men hava

tíðanverri ikki fingið tað, verður lagt afturat.