Mentunarmiðdepil føroyinga í Keypmannahavn, Føroyhúsið, hevur latið aftur fyri summarið.
Hetta hálva árið hevur nógv verið á skránni - tiltøk, sum bæði feløgini og húsið hava skipað fyri - bindikafé, barnadagur, talvkvøld við meira.
Øll skrivstovuhølini eru nú útleigaði aftur, so fyrra hálvan hevur sum heild eydnast væl, sigur Hans Petur í Brekkunum, leiðari.
Sum vant verður ólavsøkuhald í húsinum týsdagin 28. juli. Á skránni verður gudstænasta, listaframsýning, røða, kappróður, felagssangur, matsøla, og okkurt verður eisini til børnini.









