Føroya yngstu Twisted Sister fjepparar

Hóast teir høvdu sína stórheitstíð í 70 og 80unum, hava teir føroyskar fjepparar, sum enn ikki vóru føddir, tá teir høvdu 30 ára jubileum.

Beiggjarnir Kaj og Dávur Hansen av Toftum vóru til brakið av eini konsert hóskvøldið, tá Twisted Sister spældu síni mongu hitt á Summarfestivalinum.

 

- Vit eru fjepparar hjá Twisted Sister, og konsertin fyrradagin var ordiliga góð, sigur 11 ára gamli Kaj.

 

- Teir eru eitt sindur gamlir, men eg haldi ikki, at teir virkaðu so gamlir. Men tað var øgiliga stuttligt at standa frammarlaga og syngja við, og tað var so mikið hart, at eg hoyrdi als ikki meg sjálvan, sigur Dávur, sum er 9 og eitt hálvt ára gamal.

 

Kaj og Dávur búgva saman við foreldrunum og lítlabeiggjanum á kampingøkinum. Umframt at hava verið til Twisted Sister hava beiggjarnir av Toftum verið í Silvalandi.

 

- Í Silvalandi er rættiliga stuttligt, tí man kann hoppa í nógvum ymsum hoppiborgum. Mín yndisborg er eitt sjórænaraskip við eini trappu og einum lítlum skreiðibana. Men tað stuttliga var at leypa á báðar mastrarnar, sum síðani koppaðu á hini, sigur Dávur.

 

- Eisini hava vit fingið pengar frá foreldrunum at keypa okkurt, og í gjár fingu vit eina pannukøku, sum smakkaði ordiliga væl, sigur Kaj.

 

Í kvøld ætla beiggjarnir at ganga runt og uppliva meira av Summarfestivalinum, áðrenn leiðin gongur heim aftur til Toftir í morgin.