Alt frá grønlendskum kópaskinni til føroyskar nýmótans ulltroyggjur vera at síggja á Frigg-gøtuni í Kongens Hava næsta vikuskiftið.
Frigg Festivalurin fer av bakkastokki um eina viku, og hóast tónleikurin er grundarsteinurin undir festivalinum, verður eisini nógv annað at uppliva í kongsgarðinum hesar dagar.
Eitt av teimum er nýmótans norðurlendsk sniðgeving. Frigg Festivalurin hevur lagt seg eftir at hava eina ørgrynnu av fremstu sniðgevunum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi við á økinum, og soleiðis geva festivalgestunum møguleika at síggja og ogna sær serstøk pløgg úr hesum londum.
Úr Grønlandi vera alskyns pløgg úr kópaskinni at síggja, meðan føroyskir sniðgevar bjóðar alt frá glassmúkkum til pløgg úr fiskaskræðu og kópaskinni og litríkum, føroyskum troyggjum.