Norðoyastevna: Renningin er fyri bæði børn og vaksin. Føroya Bjór Renning er í miðbýnum á Norðoyastevnu - Heiðursmerkjahandan er við Norðoya Sparikassa.
Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børnum í ymsum aldursbólkum.
Øll árini síðani renningin byrjaði, hevur luttøkan verið góð, og tað vónar Treysti, at hon aftur verður hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn, sum luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin eisini verið við.
Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 425 m og renna tey ávikavist eitt og tvey umfør. Tey vaksnu renna trý umfør, sum er teinur á tilsamans 5 km, ið er uppmátaður og góðkendur.
Tey vasknu byrja yviri við Akursmørk, meðan børnini byrja á vegnum uttanfyri Telebúðina. Málið hjá øllum er á vegnum uttanfyri Telebúðina.
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 28. mai á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1977-2008) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f. 1967-1976) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f. 1966 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.40 Dreingir-7/Gentur-7 (f. 2015 ella seinni) – 450 m
kl. 11.50 Dreingir-10/Gentur-10 (f. 2012-2014) – 450 m
kl. 12.00 Dreingir-13/Gentur-13 (f. 2009-2011) – 900 m
kl. 12.15 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa
Føroya Bjór letur heiðursmerki til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp til skjótastu kvinnu og mann á 5 km teininum.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 27. mai kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.
Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.
https://treysti.fo/25-foeroya-bjor-renningin-verdur-28-mai-2022/
leygardagin - Uttanfyri Telebúðina – kl. 11.00










