Ætlanin er eisini at fáa tættari samstarv við Oljufyrisitingina um vinnulig mál við tilknýti til eina komandi oljuvinnu.
Tiltøk higartil í ár
Í februar skipaði Arbeiðsgevarafelagið fyri einari vinnuvitjan til Stavanger, har føroysk virkir hittu norsk virkir innan somu vinnugrein. Luttakararnir vóru sera vælnøgdir við ferðina. Teir fingu holla vitan um, hvussu veitarar innan oljuvinnuna arbeiða, og í fleiri førum var ítøkiligt samstarv avtalað.
Í farna mánað hevur Vinnuhúsið, í samstarvi við Oljufyrisitingina, sent ein faldara til tey feløg, ið hava søkt um forkanningarloyvi á føroyskum øki. Faldarin eggjar til at brúka føroyskar tænastur og veitingar.
Tiltøk fyri framman
Næstu mánaðirnar verður skipað fyri trimum tiltøkum í oljuhøpi.
Mikudagin 22. apríl verður eitt seminar á Hotel Føroyum. Endamálið við hesum ein-dags seminari er at geva virkjum eina greiða fatan av, hvat kemur at henda, tá royndarboringar fara í gongd. Fyrst verður ein simulering av royndarboringum og øllum avleiddum aktivitetum á so neyvum støði, at greiða t.d. fæst á allar nøgdir, ið skulu til og frá og teirra títtleika. Seinnapartin verða tríggjar workshops: 1. Kontraktir/ treitir o.a. í samband við umbiðing, 2. Góðskustýring/trygd og 3. Logistik. Seminarið verður gjørt í samstarvi við Amerada Hess bólkin, og teir koma við royndum frá oljufeløgunum og teirra undirleverandørum.
Í næstum er ætlanin at gera skrivlig tilfar, ið lýsir teir limir, ið er áhugaðir í oljuvinnuni. Tilfarið verður sent til feløgini, sum hava søkt um forkanningarloyvi á føroyskum øki, og annars til øll feløg, ið venda sær til Vinnuhúsið. Hetta er partvís uppfylging av oman fyri nevnda faldara, og umframt at eggja til at brúka føroyskar tænastur og veitingar, skal tilfarið ítøkiligt vísa á, hvat føroysk virkir kunnu veita.
Eftir vinnuvitjanina í Stavanger í februar hevur Stavanger Næringsforening gjørt av at gera ein tilsvar-andi túr til Føroya. Henda vitjan verður í døgunum 21.-24. mai, og fríggjadagin 22. mai verður skipað fyri fundum millum føroysk og norsk virki, og høvi verður eisini hjá gestunum at vitja føroysk virki.
Skráseting av
oljuáhugaðum virkjum
Í sambandi við komandi tiltøkini verður gjørd ein neyvari skráseting av virkjum, ið eru áhugað í oljuvinnu.
Skriv verður sent til limirnar, og teir, ið skráseta seg, gerast partur av oljubólkinum hjá Arbeiðsgevarafelagnum og fáa møguleika fyri at ávirka arbeiði okkara innan hetta økið. Hesi virki verða framyvir altíð kontaktað, tá vit skipa fyri tiltøkum í oljuhøpi.
Luttakarar í oljubólkinum velja sjálvir, um teir luttaka í einstøkum tiltøkum, gjalda bert fyri tey tiltøk, sum teir luttaka í, stendur í tíðindaskrivi frá Føroya Arbeiðsgevarafelag.