Í farnu viku skrivaði Føroya Arbeiðsgevarafelag undir nýggjar sáttmálar við Finansforbundet og YTF. Finansforbundet er í høvuðsheitum fakfelagið hjá teimum, ið starvast innan bankavinnuna, meðan YTF er yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar- og KT-fyritøkum og líknandi.
Í høvuðsheitum er talan um sama karm, sum semja annars hevur verið um í hesi samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. YTF fekk eina lønarhækkan á 1,97 prosent fyrsta árið og 2,25 prosent annað árið. Finansforbundet fekk 1,85 prosent fyrsta árið og 2,25 prosent annað árið.
Bæði fakfeløgini undirskrivaðu eisini eina avtalu um fráboðanarfreist í samband við verkfall.










