Sambært forritarum á FO-umsitingini, so lá feilurin als ikki hjá FO-umsitingini, tá einar 100 føroyskar heimasíður í dag vóru óvirknar.
– Hetta eru sera óseriøs tíðindi, sum seta FO umsitingina - og okkum sum arbeiða við .fo økisnøvnum - í eitt ringt ljós, sigur ein forritari har, sum hevur vent sær til in.fo.
Hann sigur, at sakin er tann, at á FO umsitingini veit ongin nakað um hetta málið.
– Okkara arbeiðsdagur hevur verið heilt vanligur, uttan nakrar trupuleikar. Og einki hevur verið galið hjá FO umsitingini. Tær heimasíður, sum í dag hava verið niðri, eru allar heimasíðurnar, sum verða hýstar hjá Nema. Og tað er ein servaratrupuleiki hjá Nema, sum hevur skapt trupulleikan, sigur hann.