Oljufundur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Áhugafelagsskapurin hjá oljufeløgunum, sum leita eftir olju við Føroyar, FOÍB, hevði fund í farnu viku. Tá møttu fyri fyrstu ferð eisini umboð fyri nýggju oljufeløgini, Chevron, OMV og Geysir, ið fingu leitiloyvi í 2. útbjóðing fyrr í ár. Tilsamans 14 oljufeløg eru nú limir í FOÍB. Ben Arabo, stjóri í oljufelagnum Amerada Hess er formaður í felagsskapinum. Hann fegnast um, at tað nú eru 14 oljufeløg, sum sita við borðið. Undan fundinum í farnu viku var limatalið 11. So henda sannroynd peikar tann rætta vegin.
Sjálvur heldur formaðurin, at tað er týdningarmikið at hava eitt slíkt felag, tí tað er við at fasthalda áhugan fyri Føroyaøkinum umframt at varðveita og menna dialogin millum feløgini sínamíllum og við landsins myndugleikar.
Eitt av endamálunum við FOÌB er at gera føroyska økið so kappingarført sum gjørligt. Og tað verður gjørt við einum mennandi dialogi, við at vera til til at stuðla skilagóðar verkætlanir ikki minst á umhvørvisøkinum o.a.
-Vit lærdu nógv av teimum fyrstu brunnunum, ið vórðu boraðir við Føroyar. Tað hevur týdning, nú feløg og persónar eisini koma og fara, at vit varðveita og goyma hesa vitan. Endamálið er so eisini at tosa við einari rødd, soleiðis at alt arbeiðið hjá bæði feløgum og myndugleikum verður so nógv lættari sigur Ben Arabo við Sosialin.
Virksemið hjá FOÍB fevnir víða. Arbeitt verður við málum av felags áhuga fyri oljufeløgini. Tey hava eitt nú arbeitt við umhvørvismálum. Har hava tey keypt datatilfar frá fyritøkum og annars verið við til at fíggja útsetan av veðurboyum umframt at stuðla dygdargóðum umhvørviskanningum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan og aðrir stovnar hava gjørt.
Tað eru sjálvandi fyrst og fremst feløgini sjálvi, sum standa fyri ymsu kanningunum, men her roynir FOÍB so at byggja brýr millum øll feløgini og fáa eitt samstarv í lag, sum so aftur kann vera hvørjum felag til stórt gagn og so eisini føroyskum myndugleikum. Eisini er felagið hoyringspartur í sambandi við at nýggjar lóggávur verða smíðaðar. Eitt mál, sum FOÍB hevur brúkt nakað av orku til er at skunda undir royndirnar at fáa eina dupultskattaavtalu við Bretland. Ben Arabo sigur seg skilja, at gongd er í málinum.
Tað er Atlanticon, sum er sekretariat tvs. tekur sær av rakstrinum og fyrisitingini hjá FOÍB. Regin Hammer er projektsamskipari. Sum skilst á oljufeløgunum, so eru tey sera væl nøgd við arbeiðið, sum Atlanticonfólkini gera.
Skulu vit samanbera okkara FOÌB við líknandi felagsskapir í útlandinum, so verður tað við bretska UKOOA og tað norska OLF.










