FMA: Robert McBirnie fekk Ársins tónleikaheiður

Størsti tónleikaheiður Føroya verður hesin heiður nevndur, og í ár fekk Robert McBirnie henda FMA tónleikaheiðurin.

Grundgevingin ljóðar soleiðis:

 

Í meiri enn 60 ár hevur tónleikarin, sangarin, sangskrivarin og undirhaldarin Robert McBirnie verið virkin á føroyska tónleikapallinum.

Hann er føddur í 1943, og vaks upp suðuri í Vági. Hann keypti fyrsta gittaran sum 13-14 ára gamal og stovnaði nøkur ár seinni, í 1959, bólkin The Red Boys saman við øðrum vágbingum.

Seinni gjørdist Robert forsangari í Faroe Boys, ið stendur sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu. Teir spældu fast í Sjónleikarahúsinum í Havn í fleiri ár og er fyrsta veruliga 60-ara rokkorkestur í Føroyum. Oddamaður í bólkinum og fyrsta veruliga rokkstjørna í Føroyum var Robert McBirnie. Sanggávurnar vóru eyðsýndar, eisini skaraði hann framúr við síni livandi pallframførslu.

Ein stjørna var tendrað.

Stutt framman undan, at Robert legði Føroyar fyri sínar føtur, hevði Elvis Presley skakað USA við somu brøgdum. Samanberingin var uppløgd. Og tað var ikki bara í Føroyum, at samanberingar sum hesar vóru gjørdar. Tá Faroe Boys vitjaðu í Íslandi í 1964 og aftur í 1966, var ansurin fyri teimum so stórur, at íslendingar tosaðu ikki um annað enn teir føroysku beatlarnar.

Robert var seinni virkin í fleiri øðrum bólkum, nevnast kunnu "Islanders", "Robert, Jákup og Ólavur", "Starlight", "Robert og Jógvan", "Paragraf" og "Robert og Vinmenn". Við eitt nú Starlight og Robert og vinmonnum hevði Robert sonin Jón aftrat sær. Teir báðir spæla framvegis javnan saman.

Sum undirhaldari hevur Robert eitt nú sungið í V4-sendingum í útvarpinum, hann hevur skemtað og undirhildið á óteljandi veitslum saman við eitt nú Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe, Arnfinni Thomassen og seinni eisini Hilmar Jan Hansen.

Umframt hetta hevur Robert eisini stjórnað Barnaútvarpinum, og tá setti hann orð og løg til fleiri barnasangir.

Robert McBirnie er útbúgvin lærari og starvaðist í hesum yrki í nógv ár, men fyri nøkrum árum síðani fór hann frá fyri aldur, men sum tónleikari er hann alt annað enn pensioneraður.

So seint sum í fjør gav hann út lagið Gentan úr Vági, sum Poul F. Skrivaði,og í ringastu koronutíð vórðu boð send eftir Roberti, tá punktum skuldi setast fyri tiltakinum Tórsgøta Live.

Ein røð við livandi tónleiki, sum víst var í sjónvarpinum beinleiðis úr Reinsarínum úr Havn, tá fólk ikki sluppu út at njóta tónleikin, sum tey vóru von. Endabresturin var við Roberti - eini livandi legendu – sum skrivað varð um hann aftaná.

Hetta er ikki fyrsa ferðin, at Robert er heiðraður. Í 2012 fekk hann Ársins herðaklapp frá Miðlahúsinum í sambandi við, at Planet Awards-virðislønirnar vórðu latnar.

Tá varð millum annað sagt, at:

"Robert McBirnie er maðurin, sum festi í stóra poppfjúsið í Føroyum".

Poppfjúsið, sum Robert festi í, var meira enn bara eitt fjús. Tað var ein neisti, ið birti stóran eld, sum framvegis logar og fløvar.

Ársins tónleikaheiður 2021 verður tí latin Robert McBirnie.

##med2##