Seinasta FMA-virðislønin í ár verður latin fyri Ársins Tónleikaheiður. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, kunngjørdi fyri løtu síðani, at hesin heiður í ár verður latin Branduri Øssursson.
Soleiðis grundgevir dómsnevndin fyri at geva Branduri Øssursson Ársins Tónleikaheiður á FMA 2017.
14. januar 1950 er ein dagur av alstórum týdningi føroyskari tónleikasøgu.
Henda kalda vetrardagin fyri 67 árum síðani keypti Brandur Øssursson sína fyrstu saxofon. Og tað var byrjanin til tónlistarligu yrkisleiðina hjá einum av mest virknu føroysku tónleikarunum nakrantíð. Og hann er virkin enn. Sum 83 ára gamal er Brandur Øssursson framvegis partur av fleiri tónleikabólkum, hann er orkesturleiðari og er við í einum jazzkollektivi.
Hann hevur alla sína tí spælt við í, leitt og stjórnað fleiri orkestrum og bólkum. Tórshavnar Stórband, Septettin Swing-be-bop, Hans Jensens Kvartett, HK-Reeves og Sleipnir Souljazz eru bara nøkur av orkestrunum og bólkunum, har Brandur hevur havt ein virknan leiklut.
Men tað er ikki bara á pallinum, at Brandur hevur ávirkað føroyskt tónleikalív. Hann fekk Føroyar upp í Norðurlendska Musikarasambandið sum sjálvstøðuga tjóð. Hann hevur umboðað Føroyar í Nordjazz og verið limur í musikknevnd Norðurlandaráðsins.
Og so hevur hann verið leiðari í rútmisku deildini á Tórshavnar musikkskúla, skipað fyri Pop-Top-konsertini og – ikki minst – tók hann stigið og var slóðari fyri Tórshavnar Jazz, Fólka- og Bluesfestival, sum í 20 ár var karmur um tilsamans 1000 konsertir.
Fyri sítt virksemi, áhaldni og alsk til føroyskan tónleik, fær Brandur Øssursson Ársins tónleikaheiður.
Undanfarin ár er Tónleikaheiðurin latin Simma (2014), Ólavi Hátún (2015) og Anniku Hoydal (2016).