##med2##
Tað eru nøkur kappingarár síðani Víkingur royndi seg í Evropa, men nú er liðið ógvuliga nær við at tryggja sær í minsta lagi eitt triðja pláss í Betrideildini, ið gevur rætt til luttøku í Europa Challenge League undankappingini komandi summar.
Tað er greitt aftaná týdningarmikla 2-1 sigurin hjá Víkingi á einum hart arbeiðandi 07 Vestur liði á Dungasandi í Sørvági. Sigurin hjá Víkingi útsetti eisini FM-veitsluna hjá KÍ nakrar vikur.
Víkingur hevur 53 stig á øðrum plássi. 11 stig eru niður til B36 á fjórða plássi, og tí skal nógv ganga galið hjá Víkingi um teir ikki í minsta lagi fáa tryggjað sær triðja plássið í Betrideildini hetta kappingarárið.
07 Vestur - Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Martin Klein Joensen (14.)
1-1: Martin Tausen (63.)
1-2: Gunnar Vatnhamar (80.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum á Dungasandi.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Martin Tausen hjá 07 Vestur, ið iðrar seg serliga um fyrra málið hjá Víkingi sum hann heldur 07 Vestur burdi havt vart fyri. Men annars er Martin fegin um gongdina, har 07 Vestur kann fegnast um, at bæði 2. deildarliðið og 3. deildarliðið flyta upp í hægri deildir.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Jákup Johansen hjá Víkingi sum slær fast, at teir í Víkingi fara eftir at vinna teir fýra dystirnar sum eru eftir í kappingini, og fara ikki bara at taka til takkar at tryggja sær eitt pláss í topp-3.