FM1: Týdningarmikið at NSÍ kom á slóðina aftur

(FM1) Aftaná tvey tap á rað kundi høvuðsvenjarin fegnast um trý stig og sjey mál

##med2##

 

Aftaná tvey tap á rað kom NSÍ við Klæminti A. Olsen á odda aftur á slóðina við einum 7-2 stórsigri á TB við Løkin í Runavík seinnapartin í dag. NSÍ hevur við 35 stigum fýra stig upp til B36 á fjórða plássi. Fjórða plássið kann geva atgongd til Evropa um steypavinnarin er at finna millum trý tey ovastu liðini í Betrideildini.

 

NSÍ - TB 7-2 (3-0)

Klæmint A. Olsen 1-0 (6.)

Klæmint A. Olsen 2-0 (15.)

Klæmint A. Olsen 3-0 (29.)

Samudeen Musah 3-1 (49.)

Aron Knudsen 4-1 (55.)

Klæmint A. Olsen 5-1 (57.)

Atli Djurhuus Petersen 6-1 (66.)

Sascha Schmaiz 6-2 (75.)

Tróndur Jensen 7-2 (90. +)

 

- Málið er at vinna fýra teir seinastu dystirnar, og vit byrja við B68 á Svangaskarði komandi sunnudag. So einfalt er tað fyri høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Bill McLeod Jacobsen.

 

- Hjá okkum ráddi tað um at koma aftur á rætta sporið, eftir at vit hava tapt seinastu ferðirnar. Vit skoraðu sjey mál, og tað kunnu vit ikki vera misnøgdir við. TB beit frá sær í seinna hálvleiki, og tað var eftir góðar málmøguleikar, at teir skoraðu tvey mál, sigur Bill McLeod Jacobsen.