FM1: Tað var tíðum tungt hjá FSF at gjøgnumføra kappingarárið

(FM1) Hoyr FSF-forsetan, Christian Andreasen seta orð á eitt rættiliga øðrvísi kappingarár í føroyskum fótbólti

##med2##

Tað var ein lættur FSF-forseti Tróndur Arge fekk orðið á til "ársins spælara"  tiltakið á Hotel Brandan.

Christian Andreasen viðgongur, at tað tíðum stóð á gomlum nøglum at fullføra kappingina við øllum trupuleikunum og atlitunum korona hevði við sær.

Men tað er ein fegin FSF-forseti, ið kann staðfesta, at tað eydnaðist at fullføra bæði landskapping og steypakapping.

FSF-forsetin fegnast eisini um Nations League bólkasigurin, og hann vónar, at korona ikki fer at forða fyri, at FSF á fyrsta sinni kann verða vertur til eitt EM-endaspæl.

Eftir ætlan skal U17 EM-endaspælið fyri kvinnur verða í Føroyum síðst í apríl og fyrst í mai komandi ár. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Christian Andreasen.

 

(Samrøða við Christian Andreasen)