##med2##
CSKA Sofia - gamla felagið hjá herinum í tí kommunistiska Bulgaria. 31 ferðir hava teir verið bulgarskir meistarar, og besti bulgarski spælarin nakrantíð, Hristo Stoichkov eigur ein fjórðing av felagnum. Nú hava teir ein sterkan hóp við spælarum úr 14 ymiskum londum.
Hetta er liðið B36 møtir á útivølli í Bulgaria í annaðkvøld klokkan 18 í triðja undanumfarinum í Europa League.
Men hetta ræðir ikki høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum er bjartskygdur um, at hansara menn aftur fara at fremja eitt roysnið í evropeiskum fótbólti.
- Allir eru klárir, og teir sum kanska hava onkran snudd tora og vilja ikki fortelja mær um tað, tí allir vilja sleppa út at stríðast í annaðkvøld, greiðir Jákup á Borg frá.
Hitalagið í annaðkvøld fer at liggja millum 15 og 20 stig, og tað er nakað sum fer at hóva B36-spælarunum væl, sigur Jákup á Borg.