Føroyar høvdu undan dystinum í kvøld spælt 210 altjóða skrásettar landsdystir. 29 ferðir hava Føroyar vunnið fulla úrtøku. Størstu sigrarnir vóru við trimum málum.
Men í kvøld eydnaðist tað fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna við fýra málum.
Søguliga 5-1 málið skoraði Viljormur Davidsen við brotssparki, og aftur í hesum førinum átti Klæmint A. Olsen stóran leiklut, tí tað var hann, sum varð feldur dygst innanfyri brotsteigarmarkið.
Gamla metið varð 4-1 sigurin á Gibraltar í 2014. Undankappingarmetið er 3-0 sigurin á San Marino í 1995.
Føroyar – Liktinstein 5-1 (3-1)
0-1: Max Göppel 19.
1-1: Klæmint A. Olsen 23.
2-1: Brandur H. Olsen 38.
3-1: Brandur H. Olsen 41.
4-1: Klæmint A. Olsen 64.
5-1: Viljormur Davidsen br 78.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge og viðmerkjaran, Teitur Joensen siga frá málunum í metsigrinum.











