FM1: Soleiðis vann KÍ stórsigur á NSÍ

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen seta orð á 4-0 sigurin við Løkin í Runavík

##med2##

 

KÍ-arnir eru ræðandi sterkir. Aftaná fýra dystir hava teir fult stigatal, 12 stig og málúrtøkuna 10-0, og sambært dystir.fo hava teir í fýra dystum enn ikki havt ein stóran málmøguleika ímóti sær.

 

Í kvøld gekk tað útyvir NSÍ við Løkin í Runavík, har KÍ vann stórsigur 4-0. 

 

NSÍ – KÍ 0-4 (0-2)

 

0-1: Jákup B. Andreasen (35.)

 

0-2: Páll A. Klettskarð (45. +)

 

0-3: Dmytro Lytvyn (79.)

 

0-4: Árni Frederiksberg (85.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum fýra málunum KÍ skoraði við Løkin í Runavík í kvøld.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen sum hóast stórsigurin ikki er heilt nøgdur við allar tættirnar í spælinum. Hann heldur, at KÍ kann gera tað enn betur.