##med2##
Í Runavík hava tey nógv at fegnast um. NSÍ vann seg fyrr í ár víðari í Europa League undankappingini, og í dag tryggjaði NSÍ sær atgongd til Europa League undankappingina komandi summar við at tryggja sær silvurkrónurnar aftaná ein ótrúliga 4-3 sigur á B36, har NSÍ var á odda bæði 4-1 og 3-0.
B36 - NSÍ 3-4 (1-3)
Pætur T. Skipanes 0-1 (11.)
Klæmint Andrasson Olsen, br.sp 0-2 (21.)
Klæmint Andrasson Olsen 0-3 (34.)
Alex Mellemgaard 1-3 (37.)
Klæmint Andrasson Olsen 1-4 (55.)
Stefan Radosavljevic 2-4 (68.)
Magnus Holm Jacobsen 3-4 (79.)
Hattrickið hjá Klæminti Andrassyni Olsen merkir, at Klæmint gerst deildur toppskjútti saman við Uros Stojanov hjá ÍF við 17 málum. Fyrr í ár rundaði Klæmint 200 mál í bestu mansdeildini, og hann hevur í heyst skotið fýra mál fyri landsliðið. So sjálvt um Klæmint letur illa at sjálvur má staðfestast, at hann hevur havt eitt minniligt kappingarár.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá teimum sjey málunum, ið komu í dystinum millum B36 og NSÍ, ið NSÍ vann 4-3.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við hattrick-skjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við unga stóra álopstalentið hjá NSÍ, Petur Knudsen.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við verjuskansan hjá NSÍ, Oddur Højgaard.
Fyri Klæmint, Petur og Oddur hevur tað risastóran týdning, at NSÍ hevur vunnið silvurkrónurnar, og nú er kenslan, at talan var um eitt samlað gott kappingarár í Betrideildini 2020.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.
##med3##