FM1 sigur frá umdystinum Neistin-VÍF í kvøld

Umdysturin millum Neistan og VÍF í Burn mansdeildini byrjar klokkan 20 í kvøld

 

Eftir at Ítróttadómstólurin hjá ÍSF hevur staðfest, at dysturin millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF skal spælast umaftur, hevur Kappingarnevndin hjá HSF ásett dystin at verða í høllini á Hálsi í Havn í kvøld klokkan 20.

Tað var 11. oktober í høllini á Hálsi í Havn, at dysturin millum Neistan og VÍF endaði 35-35. 

Tá støðan var 28-30 kom knappliga ein longri steðgur. Tað var sum til eina fínteljing til løgtingsval, tá dómaraborðið mátti fíntelja hvussu nógv mál vóru komin í dystinum.

Tá loksins var fíntalt var støðan broytt til 29-30, og hetta eina málið ger, at Neistin kundi knógvað heim ein javnleik í teimum doyggjandi sekundunum.

VÍF kærdi tilburðin til HSF. 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Ljóðsamrøður við umboð fyri Neistan og VÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER