Mikukvøldið klokkan 19.30 spælir føroyska hondbóltskvinnulandsliðið EM-undankappingardyst á útivølli móti Pólandi.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum á FM1.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Ljóðsamrøður við spælarar og venjara koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.