Í annaðkvøld klokkan 19 verða fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini hjá kvinnum spældar, og FM1 er sjálvandi á staðnum og sigur beinleiðis frá.
Í KÍ-høllini norðuri í Klaksvík tekur Stjørnan ímóti Kyndli, Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum. Í Hoyvíkshøllini tekur H71 ímóti VÍF, Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7 FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Samrøður við umboð fyri Stjørnuna, Kyndil, H71 og VÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.